- Tað var sum at koma í eina aðra verð, tá ið eg sum barn kom út í Mykines.
Steingrim Abrahamsen hevur alt sítt lív verið javnt og samt í Mykinesi, haðani foreldrini eru. So hóast hann hevur búð í Havn, síðan hann var smádrongur, rindar hann nú á ein hátt aftur við at skriva bókina "Staðarnøvn í Mykinesi".
Einaferð búðu útvið 200 fólk í Mykinesi, og eini 30 børn gingu í skúla har. Nú búgva 17 fólk í oynni. Hetta vísir, hvussu nógv gerandislívið er broytt í oynni. Og til gerandislívið hoyrdi staðarnøvn, sum eru fyri hóttafalli.