Regin Dahl - skald, tónleikari og tónaskald - hevði fylt 100 ár mándagin 5. november, og tí hava vit sett allan hendan mentanarmikudagin av til útlagna skaldið og tónasmiðin.
Vit leggja fyri við at hoyra Guðruna Gaard, sum hevur skrivað ph.d. ritgerð um Regin Dahl, greiða frá um hansara lív og virki við serligum atliti at hansara skaldsliga virksemi.
Halgir Winther Poulsen frá forlagnum Orð og løgum sigur frá útgávunum hjá Regini Dahl og kemur eisni inn á nýggju bókina, Dansa við deyðans grindir, ið telur 120 yrkingar í úrvali eftir Heðin M. Klein.