avatar

Nón 4. juni 2021

Nón
Nón
Episode • Jun 4, 2021 • 56m
Hann málar framvegis hvønn dag og hevur ongar ætlanir um at leggja pensilin frá sær, so leingi hann orkar at svinga honum. Vit vitja Undir Varða hjá Zahariasi Heinesen, sum fylti 85 tann 19. mai.
Víðagitni havrógvarin, Livar Nysted, er arbeiðir nú burturav við listini. Hann fortelur søgur, ið vísa virðing fyri tí farna, og myndirnar heiðra eisini føroysku kvinnuni. Vit vitja Livar í Ribarhúsi, har hann sýnir fram.
Og so tekur Høgni Djurhuus saman um vikuna í Høgnatátti okkara.