- Vit duga at dansa, áðrenn vit duga at ganga. At dansa liggur so grundleggjandi í okkum menniskjum. Tað sigur Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, sum er ein av stigtakarunum til fyrsta yrkisdansivirkið í Føroyum, Riva.
Í Føroyum hava vit ikki traditión fyri yrkisdansi, og tí er hetta nakað, sum Rannvá og tey í Riva ynskja at byggja upp.