Tað var ein góð uppliving at arbeiða í Føroyum í fleiri mánaðir í samband við upptøkurnar til TROM. Tað heldur heimskendi, danski sjónleikarin Ulrich Thomsen, sum spælir Hannis Martinsson í sjónvarpsrøðini.
Hann arbeiddi í Føroyum í smáar fýra mánaðir meðan røðin var tikin upp, og at vera í Føroyum so leingi, gav honum eina breiðari mynd av landinum og fólkinum.
Ulrich THomsen vísur á, at tað sum ger TROM serstaka og forkunnuga í mun til aðrar krimirøðir, er júst tað, at hon er tikin upp í Føroyum.