Tað krevur nakað, at umseta drúgvu og torgreiðu skaldsøguna hjá Carl Jóhan Jensen, "Ó-søgur um djevulskap", til leik.
Men tað hevur listabólkurin Tvazz sett sær fyri. Tí eru tað hugtøk sum blóð, demonar, ræðsla, girnd, tráan og dráp, sum fylla Norðurlandahúsið í hesum døgum. Royndirnar til leikin eru byrjaðar, og leikurin verður frumframførdur 7. august.