avatar

Kríggið í Ukraina ávirkar ungar russar

Nón
Nón
Episode • Mar 14, 2022 • 29m
Høvuðsvápnið hjá Nato, ES og vesturheiminum ímóti krígnum í Ukraina eru sanktiónir mótvegis Russlandi. Tær skulu serliga raka búskapin og útlendsku pengarnar hjá oligarkum, og stilla Ukraina sterkari í friðarsamráðingum.
Og sanktiónirnar og krígsstøðan sum heild, merkjast nú millum vanlig fólk í Russlandi. Kanska serliga hjá teimum ungu, tí fleiri samskiftispallar og hentleikar, sum ung vanliga nýta, eru skerd.