- Vit vilja gjarna geva okkurt aftur til øll tey, sum hava lurtað eftir okkum hesi árini.
Fyrsta útgávan hjá rappbólkinum Swangah, Belials synir, kom út fyri tíggju árum síðan, og í hesum sambandi hevur bólkurin givið út bók við øllum tekstunum umframt myndum.
- Vit hava 10 ára jubileum, Belials synir er okkara fyrsta fløga, so hví ikki feira hana. Vit hoyra, at fólk vilja gjarna hava tekstin, tí tað kann vera ringt at fylgja við og hoyra hvørt orð, tá vit rappa, og tí er tað gott at fáa tað út í bók.