avatar

Táttayrkjarin mikli

Nón
Nón
Episode • Dec 10, 2021 • 20m
- Best var at yrkja við gron. 
91-ára gamli Suni F. Jacobsen hevur yrkt hundraðtals tættir, og nógvir teirra eru fólkaogn. 
Nú hevur hann givið bók út við heitinum Løg til ymisk høvi. Útgávan er eitt savn av tónleiki, sum Suni hevur skrivað, 161 tættir og 89 meira og og minni kend løg til tættirnar.
Hann var fjøltáttaður og fór at mála sum heilt ungur, hann fekst við at smíða tónleik, men tað var serliga sum táttayrkjari, at vit komu at kenna hanna.