avatar

Føroyar eru Vakrasta Stað

Nón
Nón
Episode • Mar 22, 2021 • 12m
Elin Løkin yrkir, og mamman Kára Løkin skrivar niður og setir yrkingarnar upp.
- Eg yrki um tey fólk sum eg eri góð við, og um tey ting, sum fylla mín dag, sigur Elin tá Nón vitjar á sambýlinum á Blikavegi í Runavík, har Elin býr.
Og tað, sum fyllir dagin hjá Elini spennir víða, tí yrkingarnar snúgva seg um tónleik, trúgv, tað at hava Down syndrom, politikk, korona og mangt annað.
Umframt samrøðu við Elina og Káru, lesur Elin tvær yrkingar fyri okkum