Cazador de Ostras er spanskt og merkir tjaldur. Cazador de Ostras er samstundis heiti á nýggju heildarútgávuni hjá Teiti, tann áttanda í røðini. Og heitið í sær sjálvum lýsir rættiliga væl Teit Lassen sum listamann, tónleikara og menniskja.
Teitur er flytifuglurin, sum hevur verið heilt í Argentina, har hann hevur latið sínar sangir í eksotiskar fjaðrar. Og í aðrar mátar er hetta eisini sigandi fyri, at Teitur ikki letur seg avmarka, hvørki geografiskt ella listarliga.