avatar

Ung kappast í rútmiskum tónleiki

Nón
Nón
Episode • Feb 1, 2022 • 9m
Stella Polaris er ein tónleikakapping fyri ung, sum annaðhvørt er klassisk og annaðhvørt ár er rútmisk.
Í ár er kappingin fyri rútmiskan tónleik. Meldast kann til tveir bólkar, ung upp til og við 17 ár og ung 18 til og við 24 ár.
Bæði einstaklingar og bólkar kunnu melda til.
Kappingin í ár er í dag døgunum frá 10. til 12 februar.
Hoyr samrøðuna við Jan Rúna Poulsen, sum samskipar Stella Polaris 2022, ið Tórshavnar Musikkskúli skipar fyri.