avatar

Eg vil seta orð á heimin

Nón
Nón
Episode • Nov 20, 2020 • 17m
Tað eru tey, sum ikki eru so glað fyri at seta ávísar bøkur í ein ungdómsbás. Vandin við hesum er, at tilkomin fólki, sum kundu fingið bæði gagn og gleði av at lisið bókini, halda seg burtur, tí hon verður skýrd at vera ein ungdómsbók.
Hendan vanda er Marjun Synderbø Kjælnes, rithøvundur, greið yvir, og hon vónar eisini at onnur enn ung lesa nýggju bók hennara "Sum rótskot", ið snarar kring umhvørvi og veðurlagsbroytingar.
Eftir tiltak í Norðurlandahúsinum, har Marjun Synderbø Kjælnes og Rakel Helmsdal luttóku, fingu vit orðið á Marjuna.
Hoyrið samrøðuna her