Hví eru ummælarar altíð í verjustøðu? Hvussu pallseta ávísir ummælarar seg sjálvar? Og er munur á, hvussu kvinnur og menn hava verið ummælt í føroyskum bókmentum. Fríggjadagin vardi Paula Gaard phd-ritgerð við heitinum "Verjurøða ummælarans". Paula var á gátt í Nón.
"Eg eri ein av teimum, sum hava Downs syndrom. Eg eri bara fødd soleiðis, sum ein eingil, sum ein fuglur, ið syngur." Soleiðis yrkir Elin Abrahamsdóttir Løkin, sum á altjóða degnum fyri Downs Syndrom gav út yrkingasavnið Vakrasta stað. Vit hitta Elina, sum eisini lesur úr yrkingasavninum.