- Útgávan eitur 1902, tí flestu sangirnir eru útsetingar av løgum, sum eru funnin á upptøkum frá 1902 av sangarum ymsastaðni úr Føroyum.
Soleiðis sigur Unn Paturson, sum eigur allar útsetingarnar á fløguni 1902 hjá KATA, sum eisini telur Arnfríð Lútzen, Guðrið Hansdóttir, Biritu Adelu Davidsen og Eyð Steinbjørnsdóttir.
Tað var danski tónleikasøgufrøðingurin Hjalmar Thuren (1873-1912), sum ferðaðist um oyggjarnar og tók føroyskar sangarar upp á fonografiskar sylindarar í 1902.