Nón leitar aftur í søguna hjá Ukraina fyri at kanna, hvat Ukraina er fyri eitt land, og hvat tað er, sum ukrainska fólkið berjist fyri ikki at missa. Vit tosa við Odd á Lakjuni, søgufrøðing og lærara um hetta.
Nýggj serstøk listabók er útkomin um listamannin Øssur Johannesen. Vit hitta Øssur.
Og í Nólsoy letur tónleikakaféin Maggies nú uppaftur. Terji Rasmussen, sum hevur verið burturfrá, stendur aftur á odda fyri Maggies. Terji vitjar í Nón.