Fronsk forløg vísa føroyskum bókmentum stóran áhuga.
Tað metir franski bókmentakritikarin Elena Balzamo, sum eisini er bókmentafrøðingur við serfrøði í russiskum og norðurlendskum bókmentum.
Stórt føroyskt bókmentatiltak er í París í hesum døgum, har føroysk list og mentan verður sýnd fram.
Millum annað leggur Malan Marnersdóttir fram eina føroyska bókmentasøgu á fronskum, og Glansbílætasamlararnir hjá Jóanes Nielsen, sum kom út á fronskum í fjør, er aktuell.