Í sambandi við sáttmálasamráðingarnar millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið hevur eitt nýtt hugtak sæð dagsins ljós - "menniskjasligt haldføri".
Vit hava hoyrt Jógvan Philbrow, formann í Pedagogfelagnum lýsa tað, men hvussu skilja og lýsa fólkini á gólvinum "menniskjasligt haldføri"?
Nón hevur tosað við fýra leiðarar á námsfrøðiliga økinum um nýggja hugtakið.