Sjúrður Skaale og Jógvan Skorheim hava útgivið hvør sína politiska bók til jóla. Nón bað teir ummæla bøkurnar hvør hjá øðrum, og teir samdust um at geva hvørjum øðrum líka nógvar stjørnur.
Formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, greiðir frá sínum politisku tonkum í bókini "Tann føroyski samleikin", og hvussu hann sær gongdina og møguleikarnar í samfelagnum. Hann roynir eisini at staðseta Sjálvstýri í miðjuna í føroyskum politikki.