Rithøvundaprátið snýr seg hesaferð um yrkingar og yrkingasøvn og hvat formurin hevur at týða fyri hesi. Vónbjørg Vang og Heðin M. Klein hugleiða.
Ælabogalittir hekkutrolarar, beinagrindir og akfør í longum banum. Tóroddur Poulsen er ein av okkara virknastu listafólkum, og fríggjadagin letur hann upp framsýning í Perluni í Vágsbotni. Vit hava tosa við listamannin.
Summarframsýningin hjá Steinprenti verður í løtuni hongd upp. Jan Anderson sigur frá um ársins sýning.