Huglagið var fjálgt og hugnaligt, og borðreitt varð við fiskasúpan, pylsum og lskyns køkum, tá Nón vitjaði í Vestmanna.
Vit hittu Niels Petersen, ið hevur verið sløkkiliðsmaður síðani 1980. Hann sigur okkum um eitt nú stóru eldsbrunarnar í Vestmanna í 1969 og 1970, samstundis sum nomið verður við sløkkiliðið í dag.
Gyðja Hjalmarsdóttir er eitt av listarfólkunum, ið sýnir fram í kantinuni í Heilsumiðstøðini. Vit skifta orð við Gyðju um framsýningina og ymiskt annað eisini.