120 ár eru liðin, síðan navnframi Fischer Heinesen varð borin í heim. Nógv seta helst navnið Fisher Heinesen í samband við læknastríðið í Klaksvík, men hann var so nógv annað og setti millum Sjómansskúlan á stovn í Klaksvík, har hann eisini var havnarmeistari.
Men hvør var Fisher Heinesen? Tað lýsa vit fyrst í Nón í dag.
Danskir grunnar hava játtað Norðuratlantsbryggjuni 45 milliónir krónur til at skipa fyri undirvísing um Grønland, Íslands og Føroyar. Undirvísingin skal fara fram í gamla lýsihúsinum - Tranhuset, sum er frá 1781.