Tey eru mong, sum aftra seg við at skriva ein teldupost ella eitt innlegg í einum online kjaki, tí tey ikki meta seg skriva nóg væl ella nóg rætt til at verða tikin í álvara.
Um ikki so langa tíð, so kann ein glotti vera at hóma fyri hesi fólk, sum kunnu fáa telduna at stava fyri seg.
Hetta er bert eitt dømi um tað, ein talukennari kann brúkast til, og arbeitt hevur seinastu árini verið við at fáa teldurnar at skilja føroyskt. Talan er um verkætlanina Ravnur, ið mennir føroyska talukennaran.