Hvannasunds kommuna hevur seinastu árini hevur lagt stóran dent á trivnaðarátøk.
Nógv hava kanska varnast stóra nýggja spæliplássum, sum kommunan hevur gjørt norðast í Hvannasundi, oman fyri havnaøkið í Sandoyrarbug. Men kommmunan hevur eisini gjørt eitt spælipláss í Norðdepli, tveir fifavallir og er í løtuni í holt við at dagføra spæliplássið í skúlanum.
Harumframt hevur kommunan og ung í arbeiði gjørt fleiri gøtur framvið sjóvarmálan.