Í samband við hetjutemaið hesa vikuna greiðir Pætur Marjunarson Dahl frá um hetjur í filmi. Hann greiðir frá um broytingina, sum superhetjan er farin ígjøgnum frá at virka í einum einføldum heimi, har gott er gott og ónt er ónt, til at skula taka støðu til sínar egnu handlingar.
Eisini verður nomið við hinar filmshetjurnar. Tær, sum als ikki síggja seg sjálvar sum hetjur, og sum heldur ikki hava hug til at vera hetjur, men sum kenna seg noyddar at gera okkurt, fyri at bjarga degnum.