avatar

Týsk hjún virka klæðir úr føroyskari ull

Nón
Nón
Episode • Jul 23, 2021 • 23m
Føroyska ullin hevur eitt stórt virði, og tað er stórt spell, at hon verður brend. Tað heldur týski Francesco Mazuhn, sum saman við konuni Anju, nú í summar hava handil við egnum ullavørum í gamla skúlanum í Elduvík.
Hjúnini keyptu fyri átta árum síðani summarhús í Elduvík, og alskurin til Føroyar er bara vaksin. Men Francesco, sum ofta er við á fjalli, gjørdist bilsin av, at stórur partur av ullini verður brend. Tí tók hann fyri tveimum árum síðani stig til virkið Nordic Wool Company, sum virkar hágóðsku toy og vørur úr føroyskari ull á smáum verkstøðum í evropa.