Hvør er altjóða arbeiðaradagurin, nær og hvar kom hann, hvussu verður hann hildin - og er framvegis tørvur á einum altjóða arbeiðaradegi. Tað viðgera vit saman við Helga Eidesgaard, søgufrøðingi, sum hevur viðgjørt arbeiðarasøguna.
Vit hava eisini ringt til Ingeborg Vinther, sum stjórnaði Føroya Arbeiðarafelag í samfull 31 ár. Hon heldur 1. maidagsrøðuna á Tvøroyri í dag, og vit spyrja hana millum annað, hvat arbeiðararørslan hevur at stríðast fyri í dag.