- Um tú ikki vart komin, hevði eg ikki hugsað um tað.
Soleiðis svarar Franz Beckerlee, tá ið hann verður spurdur, hvat hann hugsar um, at tað fara at vera 50 ár liðin, síðan fyrsta Gasolin LP-plátan kom út. Kortini var tað júst hann, sum ynskti, at Gasolin helt fram, tá ið bólkurin gavst í 1978.
- Eg var jú tann einasti, sum ikki vildi gevast við Gasolin. Tað hevði eisini nakað at gera við, at nú vildi Kim Larsen út at gera sítt egna; nú hann tímdi ikki meira, at vit rættaðu hann alla tíðina, sigur Franz Beckerlee, sum heldur, at Gasolin hevði tað besta eftir í sær.