8. januar kom Fidel Castro til Havanna eftir kollveltingina, sum fekk einaræðisharran Batista at flýggja av landinum í byrjanini av 1959.
Sonne Smith og Tórbjørn Jacobsen hava hvør í sínum lagi stóran áhuga fyri karibisku oynni, ið sum kommunistiskt land øll árini hevur ligið avbyrgt, einans 150 kilometrar frá USA.
Hoyr teir báðar lýsa landið og hugleiða um søguna og framtíðina hjá serstaka landinum.
Teir vænta báðir tveir, at Kuba fer at flyta seg frá einflokkastýri til fólkaræði, áðrenn langt um líður.