Standmynd av Ólavi á Heygum varð avdúkað á Vestmannadøgunum, sum hava verið. Men hvør var Ólavur á Heygum?
Vit lýsa undangongumannin úr Vestmanna saman við Bjørn á Heygum, sum er abbasonur Ólav á Heygum, og Bjarna Heinesen, ið er formaður í nevndini, sum tók stig til standmyndina.
Helgi Rasmussen hevur útgivið sítt fyrsta yrkingasavn. Eitt yrkingasavn, ið ikki líkist øðrum yrkingasøvnum.
Helgi Rasmussen vitjar seinni í sendingini, og vit fregnast um hansara serliga máta at yrkja uppá.
Hoyr alla sendingina