Ingálvur av Reyni hevði fylt 100 ár í ár. Vit halgaðu hendan tíman til Ingálv, sum varð føddur 18. desember í 1920 og andaðist 26. november 2005.
Nils Orth, listfrøðingur, hugleiddi um ymsu listarligu tíðarskeiðini og týdningin av listini hjá Ingálvi.
Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen hava gjørt enn ein film um Ingálv av Reyni. Teir vitjaðu í útvarpsstovuni.
Og síðst í sendingini kom listamaðurin Kári Svensson á gátt. Ingálvur og Kári kendust væl.
Hoyrið sendingina her