"Com-Data 40 ár - ein føroysk fyritøka uttan fordømi" er heitið á nýggjari bók um fyrsta føroyska virkið, sum burturav fór at arbeiða við kunningartøkni. Vit tosa við Kára Mikkelsen, sum hevur ritstjórnað.
Hans Jákup Mikkelsen, ið vit annars kenna sum stjóran á alifyritøkuni MOVI, hevur skrivað bók um Trónd í Gøtu. Hvussu hongur tað saman? Vit hitta Hans Jákup til eitt prát um Gøtu Trónd og søgulig og andlig virði.
Og so hoyra vit hvørjar tankar Høgni Djurhuus hevur gjørt sær hesa vikuna í Høgnatáttinum.
Hoyrið sendingina her