Er tað í lagi at seta ein 17 metrar høgan marglittan kross á eitt fjall í Guds fríu náttúru, ella skulu vit varða okkum fyri religiøsum symbolum í almenna rúminum. Og er ein krossur yvirhøvur list? Poul Guttesen, phd í religión, og Kinna Poulsen listaummælari skifta orð um nógv umrødda krossin á Høganesi.
Leikurin Tann komiska tragedian við Olafi Johannesen, sum varð sýndur fyri fullum húsum nakrar fáar ferðir í desember, er nú aftur á skránni. Hesaferð í Løkshøll og Norðurlandahúsinum.