At seta 'Ó - søgur um devulskap' á pall í Føroyum kostar milliónir, men hvaðan koma hesar milliónir, spyrja vit fólkini handan leikbólkin Tvazz.
Í annaðkvøld verður áhugavert tiltak í Leirvík, har Martin Fjallstein sigur frá staðarnøvnum millum fjals og fjøru í Leirvík.
Tvær listaframsýningar lótu eisini upp um vikuskiftið. Vit hava verið á gátt hjá Steinprenti, har Jón Sonni Jensen sýnir fram, og í Gallerie Focus, har verk eftir Eivindi í Gongini eru at síggja.