avatar

Unn leitar aftureftir og peikar frameftir

Nón
Nón
Episode • May 19, 2022 • 25m
"Við útgávuni 1902 hevur komponisturin Unn Paturson megnað at endurtulka siðbundnan føroyskan tónleik á ein hátt, sum er spennandi og hugtakandi fyri ein modernaðan lurtara."

Millum annað soleiðis ljóðar grundgevingin fyri at tilnevna Unn Paturson til tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Unn er tilnevnd fyri útgávuna 1902, ið kallast soleiðis, tí flestu sangirnir eru útsetingar av løgum, sum eru funnin á upptøkum frá 1902 av sangarum ymsastaðni úr Føroyum. Hon hevur útsett til Kata og harumframt eru meira modernað ljóðføri løgd afturat, so at gomlu løgini eisini peika frameftir.

Unn hevur eisini sungið og skrivað popp, jazz og kór, men so fall hon fyri skjaldrunum, kvæðunum og vísunum, sum hon fann á gomlu upptøkunum.

- Hetta er sum at kava niður í okkurt ókent. Eg havi sungið popp, jazz og kór, og eg havi búð nógv í Føroyum, sum er tónleikaland burturav. Eg havi skrivað løg, men so helt eg tað vera áhugavert at koma eitt sindur burturfrá hesum at skriva eitt lag og ein tekst, sum snýr seg um teg sjálva. Eg hevði hug at koma í eitt annað univers, sigur Unn Paturson millum annað.

Unn Paturson er bókavørður í sínum dagliga yrki, og tað kann vera ein orsøk til, at henni dámar at finna okkurt gamalt, draga tað fram og brúka tað av nýggjum.

Og so er tað sjálvandi heilt serligt, at nú eru bæði hon, systirin og pápin tilnevnd virðisløn hjá Norðurlandaráðnum.

Hoyr alla samrøðuna við Unn Paturson her.