Nógv kenna helst gamla gula ikoniska smiðjubygningin í Saltangará. Bygningurin hýsti í nógv ár smiðjuvirksemi, men um nakrar mánaðir letur Gula Smiðja upp sum ungdóms- og virkishús.
Vit tosa við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu um verkætlanina og fara ein rundtúr í bygninginum saman við Sølva Reinert Hansen, mentanarleiðara í kommununi.
Í morgin verður forvitnislig konsert og frumframførsla í Norðurlandahusinum.
Tað er Birita Poulsen Trio, sum fer á pall millum annað at frumframføra nýggja verkið "Kærleiki" eftir Sunleifi Rasmussen.