Leygardagin rundaði ein av stóru persónsmenskunum í amerikonskum tónleiki - Burt Bacharach, tey 90. Og í orðum, tónum og samrøðu við Óla Poulsen lýsa vit amerikonsku legenduna fyrst í sendingini.
Hvat eyðkennir norskan arkitektur og í hvønn mun kunnu føroyingar fáa íblástur frá Noregi? Hesar og aðrar spurningar seta vit arkitektunum Alberti Isfeld og Eyðuni Eliasen, nú norskur tjóðardagur er í dag.
Summartónar eru farnir úr barkastokki fyri 27. ferð, og enn einaferð er tað Kristian Blak, sum stýrir musikalsku summarskútuni. Kristian Blak er Hósdagsgestur í Nón í dag.