"Kom sum tú ert - øll eru vælkomin," er enn sum áður herrópið hjá KFUM-skótunum.
Grønu skótarnir í Havn eru stovnaðir 9. februar 1941 og hava sostatt 80 ár á baki.
Tað eru enn sum áður tey stóru virðini, sum seta dám á lítillætnu skótarørsluna: Samanhald, demokrati og at skapa góðar samfelagsborgarar.
Vit hittu Boga Sigurstein, bólkaleiðara, og Steinbjørn Olsen, skótaovasta, í vakra umhvørvinum Millum Tjarna, har ið nýggjur skótadepil stendur klárur at taka í nýtslu.
Hoyr samrøðuna við Boga og Steinbjørn her.