Tað staðfesta Suni Merkistein, ítróttarhøvundur og frásøgumaður, og Erling Fles, sálarfrøðingur, sum sjálvur hevur spælt fótbólt við KÍ.
Teir viðgera í hesum innslagnum, sum var í tematýsdegi í Nón um fjepparamentan, hvat eyðkennir eina føroyska fjepparamentan. Suni Merkistein viðger eisini føroyskar fjepparar søguliga, og Erling Fles setir orð á, hvat hendir við fólkum, sum fylkjast um sítt fótbóltslið.
Úr Klaksvík hoyra vit eisini Jóhann Lútsen, blaðstjóra á Norðlýsinum, seta orð á, hvønn týdning KÍ hevur fyri trivnaðin og lívið í Klaksvík.