avatar

- Fólk mugu sjálv vera filosofisk

Nón
Nón
Episode • Nov 1, 2018 • 37m
- Eg eri fyri tað fyrsta nokk so bilsin og øgiliga stoltur eisini.
Soleiðis sigur Bárður Oskarsson, sum týsdagin fekk barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandsráðsins týsdagin.
- Hetta broytir ikki tað heilt stóra, og eg eri í gongd við ta næstu bókina. Kanska eg fari at selja eitt sindur meira, og upphæddin ger, at eg fái økonomiskan frið í nøkur ár.
Bókin Træið, sum hann fekk bókmentavirðislønina fyri, er nevnd bæði filosofisk, stuttlig og tankavekjandi. Sjálvur hevur Bárður ikki so nógv at leggja afturat.