Virðislønir Norðurlandaráðsins verða lætnar í Keypmannahavn í annaðkvøld, og fýra føroyskar kvinnur eru tilnevndar. Vit fara saman við Bergi Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingi, sum er limur í dómsnevndin, at gjøgnumganga tey tilnevndu til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Í dag er minningardagur teirra sjólatnu. Hvønn týdning hevur hesin dagurin, hvussu verður allahalgannadagur hildin aðrastaðni, og hvussu minnast vit í Føroyum tey, sum farin eru.
Theodor Eli Dam Olsen prestur, vitjar í sendingini.