Kitty May Ellefsen hevur fingist við alt tað, sum ikki er bleytt. Staðið á odda fyri Vága Floghavn, arbeitt í Vinnumálaráðnum, verið býlingastjóri í SMS v.m. Nú hevur hon sum 53 ára gomul skift lívsleið. Hon ynskir at gerast sjúkrarøktarfrøðingur.
- Tá eg fór at lesa sum ung, vóru tað onnur ting, ið eg legði dent á. Pengar og karrieru. Men tað er tað ikki longur. Eg havi funnið útav, hvussu fantastiskt arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur er, sigur 53 ára gamla Kitty May Ellefsen.