Christian Nagata, stjóri í Sendistovuni, er í løtuni í Los Angeles í Kalifornia í arbeiðsørindum og fyri at vitja familju.
Nón tosaði við hann, tá hann var staddur uttanfyri eitt av valstøðunum í West Hollywood. Hann heldur ikki at valstríðið sæst so væl aftur í býarmyndini og í dáminum í býnum, hóast valið er týdningarmikið. Men valstríðið er hinvegin sera sjónligt í sjónvarpinum og á netinum.