ES-samstarvið byrjaði formliga í 1951 sum ein Kol- og Stáluniónin, og samstarvið varð stovna av teimum seks londunum Belgia, Frakland, Holland, Italia, Luksemburg og Týskland.
Avtalan var ein handilsavtala, men høvuðsendamálið var sum heild var at forða fyri kríggi, og at tryggja frið í Evropa, vísur Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur á.
Bretland var ikki millum tey seks londini, sum stovnaðu ES, og eitt møguligt brexit fer neyvan at skaka grundarlagið undir ES, tí undirtøkan fyri ES er framvegis stór, heldur Hans Andrias Sølvará.