Hvussu er tað at vera barn hjá einum psykopati?
Tað er ein av spurningunum, sum kendi danski skemtarin Geo, við borgarliga navninum Christian Geo Heltboe, varpar ljós á í einmansskemtileikinum "Søn af en psykopat", sum hann spælir í Norðurlandahúsinum í kvøld.
Vit tosa við Geo um skemtileikin og hansara persónligu upplivingar.
Nú nærkast, at ársins Summartónar fara at ljóða gjøgnum alt summarið. Í ár eru 30 ár liðin, síðan Summartónar byrjaðu.
Eldhugaði fyriskiparin øll árini, Kristian Blak greiðir frá.