Matvanarnir í Føroyum eru nógv broyttir hesi 43 árini, Jørgen Jørgensen hevur verið leiðari fyri slaktaradeildini hjá matvøruhandlunum í SMS-samtakinum. Sunnudagin hevði Jørgen sín síðsta vanliga arbeiðsdag í Føroyum.
Nú riggar hann av, og flytir til Danmarkar. Hann fer tó at hava eitt ávíst samstarv við fyritøkuna komandi árið, men tá 2021 er runnið, er ferðin til Føroya komin at enda. Ein ferð, sum upprunaliga bara skuldi vara tvey ár.
Hoyrið samrøðu við Jørgen, slaktara, her.