avatar

Søgan týdning fyri nútíðina

Nón
Nón
Episode • Mar 2, 2022 • 24m
Søgan hjá Ukraina fevnir um fleiri sera daprar hendingar og landið hevur gjøgnum øldirnar verið undir fleiri harradømum.
Patriotisman hjá ukrainum og sterki viljin til at stríðast fyri sínum landi, kemur helst ikki av ongum, tí Ukraina hevur í fleiri og longum tíðarskeiðum verið undir russiskum stýri - einum stýri, sum í fleiri tíðarskeiðum hevur kúgað ukrainska fólkið.
Søgan verður eisini tulkað og brúkt ymiskt av Putin og Zelenskij forseta í Ukraina í samband við kríggið.