Hetjur í alskyns litum og brigdum mynda Nón alla hesa vikuna, og í dag fara vit millum annað at tosa um hetjur í bókmentum. Hvat vil tað siga at vera ein bókmentalig hetja, og hvørjar eginleikar hevur hon? Vit funnu nøkur boð uppá hetjur í bókmentum saman Maluni Marnersdóttir, bókmentafrøðingi, sum vitjaði í útvarpsstovuni.
Hvørjar vóru hetjurnar í gamla Grikkalandi og hvussu hava tær ávirkað tað samfelag vit liva í í dag? Og hvussu er við hetjum, tá vit tosa um kristna og andaliga samfelagið?