Í Nón hesa vikuna viðgera vit fyribrigdið hetjur. Við útgangsstøði í gransking, sum Tóra Petersen, sálarfrøðingur, hevur gjørt, tosa vit við ymisk fakfólk. Her er tað Bergur Debes Joensen, sóknarprestur, sum tekur støði í kristendóminum, men ferðast annars víða í mun til spurningin, hvat eitt gott menniskja er, sum er ein fyritreyt fyri at gerast ein hetja.
Mynd: Stillmynd/Kvf