avatar

Nón 6. apríl 2022

Nón
Nón
Episode • Apr 6, 2022 • 54m
Dopplers er á konsertferð í Føroyum. Talan er um ein sangbólk, ið sigur seg bjóða vanligu fatanini av einari konsertstøðu av. Vit hitta føroysku Tóru Vestergaard, sum er partur av sangbólkinum, og kórleiðaran Astrid Vang-Petersen.
Kaj Alstrup, sum í nøkur ár undirvísti í Føroyum, hevur umsett Fuglakvæðið hjá Nólsoyar Pálli til danskt. Fuglakvæðið er komið út í bók, sum Edvard Fuglø hevur myndprýtt. Vit hitta Kaj Alstrup.
Hoyr alla sendingina her.